Chr. Andreasen: Verkfallið elvir til ruðuleika

18.06.2021 - 13:31
Innlendis›Politikkur
Chr. Andreasen: Verkfallið elvir til ruðuleika
Christian Andreasen í Fólkaflokkinum og Ingilín D. Strøm gera viðmerkingar til uppskotið frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni
Ingilín Didriksen Strøm var framsøgukvinna fyri Javnaðarflokkin, og Christian Andreasen var framsøgumaður fyri Fólkaflokkin

Fyrrapartin fór løgtingið at viðgera uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, at lóggeva undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er, og viðgerðin heldur fram.

Christian Andreasen, sum var framsøgumaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at pedagogverkfallið fær álvarsligar avleiðingar fyri tey, sum búgva á stovnum undir Almannaverkinum, og sum krevja hjálp alt samdøgrið.

- Ruðuleiki valdar á økinum, og tí er hetta uppskotið neyðugt, sigur Christian Andreasen.

Ingilín Didriksen Strøm, sum var framsøgukvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur, at málið snýr seg ikki um undantøk, men um at tingið skal geva øðrum partinum i samráðingunum betri støðu enn hin.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Christian Andreasen og Ingilín Didriksen Strøm í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952