Ívar Iversen farin

Ívar Iversen farin
Ívar var útvarpsmaður í 40 ár
Ívar Iversen var 90 ár, nú hann doyði
 
21.06.2021 - 12:20

Ívar Iversen, fyrrverandi útvarpsmaður, er deyður, 90 ára gamal.

Ívar var útbúgvin fjarritari, men útvarpsarbeiði kom at vera lívsyrki hansara.

Ívar varð settur í starv í útvarpinum í 1960.

Hann gjørdist tíðliga ein kend útvarpsrødd, og hann las óteljandi tíðindasendingar øll 40 árini, hann var í útvarpinum.

Ívar skrivaði fyri tað mesta uttanlandstíðindi, sum hann týddi úr útlendskum málum, og tað lá raðið fyri, tí hann dugdi føroyska málið til lítar.

Hann gekk undan at evna eitt gott, føroyskt tíðindamál í útvarpinum.

Ívar hevði tokka til tónleik og sang, og hann gjørdi eisini tónleikasendingar, serliga við klassiskum tónleiki. 

Hann spældi urgu við ymisk høvi, m.a. á ellis- og røktarheimum í Havn, og eitt skifti var kann fastur urguleikari í kirkjuni í heimbygdini, Kvívík.

Eitt stutt skifti var hann útvarpsstjóri, eftir at Niels Juel Arge hevði lagt frá sær.

Ívar Iversen gavst í útvarpinum fyri aldur í árinum 2000. Tá hevði hann starvast í útvarpinum í 40 ár. 

Ívar við mikrofonina. Hann var útvarpsmaður í 40 ár og las óteljandi tíðindasendingar.

Ívar á tíðindavakt. Hann týddi m.a. uttanlandstíðindi úr útlendskum málum, og tað lá raðið fyri. Hann gekk undan at evna eitt gott, føroyskt tíðindamál í útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928