HB-formaður: Ivasamar arbeiðsumstøður hjá Jonasi

29.06.2021 - 12:48
ÍtrótturFótbóltur
HB-formaður: Ivasamar arbeiðsumstøður hjá Jonasi
Eftir bert hálvt ár sum høvuðsvenjari, endaði samstarvið millum Jonas Dal Andersen og Havnar Bóltfelag í gjár.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Mynd: Av heimasíðuni hjá HB  
HB nevndin

Í gjár gavst Jonas Dal Andersen sum høvuðsvenjari hjá HB.

Nevndin í HB hevur ikki sagt venjaran úr starvi, sigur Páll Mohr Joensen, formaður í felagnum.


 - Eftir nøkur prát millum nevndina og venjaran og leikarar og venjara og innanhýsis í venjaratoyminum, hevur Jonas valt at gevast, og hetta kom eitt sindur óvart á, sigur formaðurin í HB.

 - Støðan var ikki beinleiðis hon, at hann hevði verið koyrdur til hús, um hetta ikki kom fram nú, sigur Páll Mohr Joensen.

Formaðurin í HB ásannar kortini, at arbeiðsumstøðurnar hjá Jonasi hava verið ivasamar.

Millum annað tí at kappingarárið í fjør var óvanliga drúgt og felagið hevði fyrireikað seg til enn eitt kappingarár við Jens Bertheli Askou, sum brádliga gavst og gjørdist høvuðsvenjari hjá AC Horsens.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. juli
Morgunlestur týsdagur 29. juli 2025
194899
Mánadag 28. juli
Morgunlestur mánadagur 28. juli 2025
194898
Sunnudag 27. juli
RagnarRokk: Neal Morse um Deep Water
194167
Sunnudag 27. juli
Guðstænasta í Havnar kirkju
194985
Leygardag 26. juli
Súrligt summar: Kom! Tosa!
194981
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019
Mánadag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2025
195018
Mánadag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan
194992
Mánadag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2025: 10 Mannafør
195017