Turkaránið í Hvalba í 1629

22.07.2021 - 09:14
Lívsstílur
Turkaránið í Hvalba í 1629
30 børn og kvinnur vórðu burturflutt og seks fólk tikin av døgum í ógvusligasta sjórænaraálopi, sum nakar veit um í Føroyum

Á sumri í 1629 sóu hvalbingar tvey risastór skip koma til sjóndar í havsbrúnni.

Umborð á skipunum, sum stevndu inn á Hvalbiarfjørð, vóru tilsamans 500 mans.

Hetta var byrjanin til óhugnaligasta sjórænaraálop, ið nakar veit um í Føroyum.

Seks fólk vórðu tikin av døgum, 30 børn og kvinnur vórðu burturflutt, og alt, sum hevði virði, varð rænt.

Í Hvalbiar søgu verður skrivað, at fólkatalið í Hvalba var umleið 100, og tí misti bygdin umleið ein triðing av íbúgvunum.

Tað sigst, at sjórænararnir eisini vóru í Ørðavík og í Trongisvági.

Teir hava óivað ætlað at rænt alla Suðuroynna. Tað, sum teir tóku í Hvalba, var bara byrjanin til tað, sum teir ætlaðu við túrinum.

Til alla lukku kom ein illveðursstormur og steðgaði atsóknini. Annað skipið lá fyri akkeri á fjørðinum, tá hann brast á.

Bæði flýggini brotnaðu av akkerinum, og skipið rak á land og fór í knús. Hundraðtals menn druknaðu. Hitt skipið slapp út av fjørðinum og sást ikki aftur.

Tey rændu fólkini vóru umborð á skipinum, sum slapp til rýmingar, tí seinni kom krav úr Algeria um loysigjald fyri tey. Hetta prógvar, at tey hava verið á lívi.

Hevði stormurin ikki komið á turkarnar, forkomið øðrum skipinum og beint fyri manningini, høvdu teir uttan iva lagt alla Suðuroynna í oyði og brent øll húsini niður.

Hetta hendi tvey ár frammanundan, í 1627, tá sjórænarar herjaðu í Vestmannaoyggjum í Íslandi.

Ætlanin var at koma aftur til Føroya árið eftir við ellivu skipum og leggja alt landið í oyði.

Hetta vistu hvalbingar frá einum dana, sum var ein av manningini á sjórænaraskipunum, og hetta stendur skrivað í tingbókini.

Tá veðrið batnaði, hava hvalbingar havt úr at gera. Fyrst at jarða seks av sínum egnu, sum vóru dripin, og síðan at fáa líkini av hundraðtals druknaðum turkum undir mold ella sand, so tey ikki lógu og rotnaðu í sjóvarmálanum.

Tað hevur ikki verið tespiligt arbeiði oman á alla sorg og neyð, sum tey voru komin í.

Allan reiðskap, ið nakar dugur var í, høvdu ránskropparnir stolið. Helst hava hvalbingar fingið hjálp úr øðrum bygdum til hetta óhugnaliga og ótespiliga upptakið.

Staðið, har líkini vóru grivin, fekk navnið Turkagravir, og kann verða ávíst tann dag í dag.

Høvuðskeldur í hesi sending eru bøkurnar Hvalbiarsøga og Turkaránið í Vestmannaoyggjum.

Upplestur: Kári Olsen og Kári Sólstein.

Rúni Jákupsson setti saman og legði til rættis.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418