Siumut-limur ákærdur fyri at hótta fólk eftir lívinum

Siumut-limur ákærdur fyri at hótta fólk eftir lívinum
Aslak Jensen er triði tinglimurin hjá Siumut, sum skal í rættin
Erik Jensen, formaður í Siumut, sigur, at persónsmálini eru óheppin fyri umdømið hjá flokkinum.
 
27.07.2021 - 09:22

Ein tinglimur aftrat hjá grønlendska flokkinum, Siumut, skal nú í rættin.

Aslak Jensen, sum fekk triðflestar atkvøður á listanum hjá Siumut til seinasta val, er ákærdur fyri at hava hótt ein sosialarbeiðara og politiið eftir lívinum.

Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur fingið innlit í ákæruritið móti Aslak Jensen. Tann 17. mars 2017 skal hann hava ringt til sosialkontórið hjá kommununi, har hann hótti ein forsorgarmedarbeiðara eftir lívinum.

Hótti við drápi

Sambært ákæruritinum segði Aslak Jensen við medarbeiðaran, at hann skuldi finna og drepa viðkomandi, og í sama viðfangi segði hann, at hann skuldi drepa politiið.

KNR hevur tosað við verjan hjá Aslak Jensen, sum sigur, at hann noktar seg sekan.

Hetta er triðju ferð í stutta tíð, at ein kendur limur í Siumut skal í rættin, ella er dømdur fyri lógarbrot.

Minik Høegh-Dam, sum fekk nógvar atkvøður til seinasta kommunuval, er ákærdur fyri rúsevnishandil. Hann varð fríkendur í grønlendska rættinum, men ákæruvaldið hevur skotið tann dómin inn fyri landsrættin.

Og yngri beiggi hansara, Qarsoq Høegh-Dam, sum varð fjórðvaldur á listanum hjá Siumut til seinasta landstingsval, valdi sjálvur at siga tingsessin frá sær beint eftir valið, tá tað kom fram, at hann fyrr hevur fingið dóm í einum hassj-máli.

Formaðurin harmast

Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, harmast um hesi persónsmálini, sum eru óheppin fyri umdømið hjá flokkinum. Hann sigur við KNR, at flokkurin er í ferð við at herða treytirnar fyri tey, sum stilla upp til landstingsval og kommunuval fyri Siumut.

- Umframt at hava reina revsiváttan, kanna vit eisini, hvussu vit kunnu gera leiðreglurnar strangari, og tað tosa vit um í floksleiðsluni, sigur Erik Jensen við KNR.

Sum er, fær málið ikki avleiðingar fyri Aslak Jensen. Tað veldst um, hvat dómurin verður, sigur Erik Jensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096