Hótt á sosialum miðlum

Hótt á sosialum miðlum
Fleiri almenn starvsfólk eru hótt á sosialum miðlum, eftir øllum at døma, tí tey hava tosað og ráðgivið alment um koronufarsóttina.
17.08.2021 - 19:26

Dátueftirlitið og løgfrøðingur gera vart við, at tað er eins stórt brot á revsilógina at hótta fólk skrivliga sum munnliga.

Seinnapartin í dag sendi rektarin á Fróðskaparsetrinum Chik Collins út eitt lesarabræv, har hann fordømir hóttanir móti granskarum og undirvísarum í almenna orðaskiftinum.

Rektarin sigur, at Fróðskaparsetur Føroya harmast almikið um hetta og fordømir hetta rák.

Og hann sigur seg vóna, at føroyska samfelagið og myndugleikarnir eisini vilja fordøma rákið.

Vit høvdu ætlað at spurt løgregluna, hvussu nógv mál tey hava, og hvat tey gera við hesi málini, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakran í løgregluni at greiða frá hesum.

Løgreglan váttar kortini, at tey hava fleiri mál um hóttanir av hesum slagi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011