765 børn hava fyrsta skúladag

765 børn hava fyrsta skúladag
725 fara í kommunalan skúla, og 40 byrja í frískúla
Í dag er fyrsti skúladagur hjá 765 næmingum.
Mynd: Savnsmynd  
 
18.08.2021 - 08:37

Næmingarnir í fólkaskúlanum fara aftur í skúla í dag, og 765 børn hava fyrsta skúladag.

Av teimum 765 børnunum, sum eru innskrivað at byrja í 1. flokki, fara 725 at ganga í einum kommunalan fólkaskúla, og 40 byrja í frískúla.

Tann skúlin, sum tekur flestar næmingar inn í 1. flokk, er Skúlin á Fløtum í Havn. Har eru 92 børn innskrivað at byrja í 1. flokki.

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík tekur 74 børn í fyrsta flokk í ár, og Skúlin á Argjahamri, Santa Frans skúli í Havn og Runavíkar skúli taka ávikavist 50, 48 og 47 næmingar inn.

40 í frískúla

40 skulu byrja í einum av teimum trimum frískúlunum í landinum.

17 børn eru meldað til frískúlan Kelduna í Skálafirði og eisini 17 til Lítlaskúla í Havn. Undirtøkan er nakað minni í triðja frískúlanum, Frískúlanum í Tórshavn, sum heldur til á Velbastað. Har byrja seks næmingar í 1. flokki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595