Reyði Krossur: Føroyar hava skyldu at taka ímóti flóttafólkum

19.08.2021 - 20:40
InnlendisSamfelag
Reyði Krossur: Føroyar hava skyldu at taka ímóti flóttafólkum
Føroyar klara væl at taka ímóti einum avmarkaðum tali av flóttafólki úr Afganistan, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar

Í útvarpstíðindunum í gjár segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at Føroyar ikki eru til reiðar at taka ímóti flottafólki, men heldur eiga at hjálpa á staðnum.

Fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum er formaðurin í Reyða Krossi Føroyar er ósamdur í sjónarmiðnum:

Reyði Krossur Føroya er til reiðar at hava ein virknan leiklut, um flóttafólk komu úr Afganistan til Føroya.

Hjálparfelagsskapurin hevur eitt sterkt netverk við umleið 200 sjálvbodnum fólkum við ymiskum førleikum.

Jóannes Eidesgaard er sannførdur um, at Reyði Krossur saman við myndugleikunum, í felag, høvdu loyst avbjóðingina til fulnar. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527