- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara ikki at endavenda øllum
Ætlanin er ikki at endavenda øllum, sum undanfarnar samgongur hava framt, um Javnaðarflokkurin situr við valdið eftir næsta val.
Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, eftir landsfundin í Sørvági í gjár.
Í nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, siga 28 prosent at tey høvdu valt Javnaðarflokkin, um val var í dag. Tað eru níggju tingsessir.
Hetta er eitt tekin um, at vit kanska fáa eina nýggja samgongu eftir næsta val, skrivar Ingi Samuelsen í einum leiðara í gjár. Hann harmast um manglandi støðufesti í føroyskum politikki.
Tað sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum seg skilja væl. Hann harmast millum annað um, at sitandi samgonga rullaði fiskivinnunýskipanina og pensiónsnýskipanina aftur uttan at lata tær virka eina tíð.
Sjálvur heldur hann ikki, at tey fara at rulla alt aftur, sum sitandi samgonga hevur framt, um tey koma fram at valdinum eftir næsta val, sigur Aksel V. Johannessen.
Hann ætlar tó framvegis ikki í samgongu við Fólkaflokkin.
Flokkarnir liggja ov langt frá hvørjum øðrum politiskt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen