Ridluskriði ein avbjóðing at endurvinna lívrunnið burturkast

02.09.2021 - 11:26
Innlendis›Umhvørvi
Ridluskriði ein avbjóðing at endurvinna lívrunnið burturkast
Umhvørvisstjórin í IRF sigur, at ein verkætlan við biogassverki er langt úti í framtíðini
Tað gongur rúm tíð, til IRF verður ført fyri at endurvinna lívrunnið burturkast. Ridliskriði er ein avbjóðing.

Í løtuni ber ikki til at gera felags kommunala endurvinningarskipan fyri lívrunnið burturkast.

Tað sigur Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF.

Ridluskriði er ein avbjóðing, sigur hon, og eingin loysn er í løtuni. Ein verkætlan við biogassverki til lívrunnið burturkast er langt úti í framtíðini.

Meðan bíðað verður eftir einari stórari felagsloysn, fór IRF í fjør undir eina verkætlan, har fólk kundu fáa eina sonevnda bokashi-spann til at endurvinna lívrunnið burturkast. Fleiri enn 900 húski í landinum brúka bokhashi-spann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672