Evropeiska summarið var heitasta nakrantíð

Evropeiska summarið var heitasta nakrantíð
Summarmánaðirnir í ár vóru sum heild 0,96 stig heitari enn miðal fyri árini 1991-2020, sum verður roknað sum nýggi normalurin
Ein persónur rennur gjøgnum eitt gosvatn í spanska býnum, Pamplona
Mynd: AP  
 
10.09.2021 - 11:15

Summarið í ár er tað heitasta, sum er mátað í Evropa.

Tað vísir ein uppgerð frá evropiska stovninum fyri veðurlagi, Copernicus.

Summarmánaðirnir í ár vóru sum heild 0,96 stig heitari enn miðal fyri árini 1991-2020, sum verður roknað sum nýggi normalurin, skrivar danska TV2.

Gomlu metini vóru frá 2010 og 2018. Summarið í ár var 0,1 stig heitari enn tey.

Ein av orsøkunum til metheita veðrið í summar eru hitabylgjurnar í juni, juli og august.

Í fleiri londum vórðu eisini hitamet skrásett undir hitabylgjunum

47,1 stig vórðu mátað í Grikkalandi, 47,4 stig í Spania og 48,8 stig á Sisilia, sum eisini var nýtt evropeiskt met.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454