- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir stjóra til Arbeiðseftirlitið
Søkja eftir stjóra til Arbeiðseftirlitið
Í løtuni starvast 16 fólk á Arbeiðseftirlitinum, sum var umskipað í heyst

Í løtuni starvast 16 fólk á Arbeiðseftirlitinum.
12.11.2026 - 14:21
Almanna- og bústaðamálaráðið søkir nú eftir stjóra til Arbeiðseftirlitið.
Í starvslýsingini verður sagt, at Arbeiðseftirlitið stendur á einum vegamóti, eftir at tað 1. september varð umskipað frá at vera arbeiðs- og brunaeftirlit.
Tá fór Leivur Persson frá sum stjóri í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, og síðani hevur Tummas Pauli Juul verið virkandi stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Í løtuni starvast 16 fólk á Arbeiðseftirlitinum.
Umsóknarfreistin er 6. desember, og ætlanin er, at nýggi stjórin skal taka við 1. februar 2027, ella eftir nærri avtalu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























