Svinn í vínkjallaranum á Bessastøðum

Svinn í vínkjallaranum á Bessastøðum
Svinnið í vínkjallaranum verður nústani kannað, eftir at fjølmiðlar hava spurt um málið, skrivar íslendska kringvarpið
Bessastaðir.
Mynd: Kjarninn.is  
 
17.09.2021 - 10:20

Leiðarin fyri forsetabústaðnum Bessastaðir í Íslandi, Helga Einarsdóttir, er kallað til arbeiðis úr summarfrí fyri at kanna goymsluna í vínkjallaranum á Bessastøðum.

Hægstirættar-advokatur segði fyrr í vikuni, at nógv vín er tikið úr goymsluni til privata nýtslu. 

Málið byrjaði, tá ið Sigurður Guðjónsson, hægstirættar-sakaførari, á Facebook-vanga sínum fanst at forsetaembætinum fyri at blanda seg upp í kjakið um kynsbrotsverk, sum skulu vera framd móti íslendska kvinnulandsliðnum í fótbólti.

Og í somu boðum á Facebook skrivar hann eisini, at hann hevur fingið prógv um, at ávís nøgd av víni seinastu árini er tikin úr vínkjallaranum á Bessastøðum til privata nýtslu.

Svinnið í vínkjallaranum verður nústani kannað, eftir at fjølmiðlar hava spurt um málið, skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069