Maður og kvinna fríkend

Maður og kvinna fríkend
Ein maður og ein kvinna í Sandavági eru í Føroya rætti í dag fríkend fyri harðskap
Føroya Rættur fríkendi í dag mannin og kvinnuna fyri harðskap
 
17.09.2021 - 18:25

Tey vóru ákærd eftir eina hending í Sandavági sunnunáttina 12. januar í fjør, tá ið fýra ungir menn skutu tvær rakettir móti húsunum, har tey búðu. Eldur kom í eina stóra plantu uttan fyri inngongdina. 

Fimm fólk, vaksin og børn, lógu og svóvu, tá ið kvinnan vaknaði av einum buldri. Tá ið fólkini komu út til úthurðina, stóð hurðin í ljósum loga. Tað eydnaðist manninum at kasta brennandi plantuna burtur frá hurðini. Rætturin vísir á, at maðurin hevði brunaskaða á vinstru hond. 

Maðurin í húsinum fekk fatur á tí eina dronginum, sum nú er myndigur, og framdi eina sivila handtøku og helt dronginum í umleið 25 minuttir til løgreglan kom á staðið.  

Sambært ákæruritinum er maðurin ákærdur fyri at hava tikið dreingin og í einum ella fleiri førum hildið um hálsin á honum, sum gjørdi, at drongurin ikki fekk andað. 

Rætturin vísir á, at frágreiðingar frá vitnunum samsvaraðu ikki heilt. Tvey vitni og eitt løgreglufólk vístu á, at ákærdi maðurin var róligur, og at tey sóu einki til, at hann hevði tikið kvørkratak um hálsin á honum. Drongurin, sum var hildin niðri, hevði heldur ikki mein, sum týddu uppá, at roynt var at kvala hann, sigur rætturin.

Rætturin fríkendi tí ákærda mannin.


Kvinnan eisini fríkend

Kvinnan var ákærd fyri at hava sparkað drongin tvær ferðir í búkin, meðan maðurin helt honum niðri.

Í avhoyringini greiddi kvinnan frá, at hon í fyrsta umfari hevði orðað seg skeivt, tá ið hon hevði sagt seg hava sparkað drongin. Men tað hevði hon ikki ásannað fyrr enn seinni.

Hon segði í avhoyringini, at hon tvær ferðir hevði skumpað undir dreingin við fótinum - og ikki sparkað hann - fyri at vísa honum, at hann skuldi lata vera at gera mótstøðu.

Niðurstøðan hjá rættinum er, at kvinnan ikki kann dømast sek, bara út frá vitnisfrágreiðingini hjá tí eina vitninum. Hon er tí fríkend.

Ríkiskassin rindar sakarkostnaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770