Bretska sendikvinnan vitjað í Grønlandi

Bretska sendikvinnan vitjað í Grønlandi
Millum 10 og 15 prosent av grønlendska útflutninginum fer til Bretlands, og talan er fyrst og fremst um rækjur og tosk.
Emma Hopkins er bretsk sendikvinna í Danmark.
Mynd: KNR  
 
27.09.2021 - 09:36

Bretska sendikvinnan í Danmark, Emma Hopkins, var í farnu viku á almennari vitjan í Nuuk. Har hitti hon grønlendskar politikarar og umboð fyri grønlendska vinnulívið og granskingarumhvørvið.

- Hetta er fyrst og fremst ein vitjan, sum skal vísa okkum, hvussu okkara framtíðar samstarv við Grønland skal síggja út, og hvørji øki vit skulu leggja dent á, sigur Emma Hopkins við grønlendska kringvarpið KNR.

Millum 10 og 15 prosent av grønlendska útflutninginum fer til Bretlands. Talan er fyrst og fremst um rækjur og tosk.

Fegin um samhandilin

- Vit eru sera fegin um handilin millum okkara lond, sum serliga er grønlendskur fiskaútflutningur til Bretlands. Bretum dámar væl rækjur og eta eisini nógv fisk og kips, og tí hevur hesin útflutningurin eisini týdning fyri bretska marknaðin, sigur Emma Hopkins.

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá grønlendsku stjórnini fyri 2022 sæst, at arbeitt verður við eini handilsavtalu við Bretland. Enn er tó ov tíðliga at siga, nær ein handilsavtala millum Grønland og Bretland verður veruleiki, sigur Emma Hopkins við KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221