Skúlin á Argjahamri hart raktur

02.10.2021 - 12:33
Innlendis›Heilsa
Skúlin á Argjahamri hart raktur
Fimm flokkar eru farnir í sóttarhald. Í tí eina flokkinum eru níggju smittað

Argir er hart rakt av koronu smittu. Fyribils eru fimm flokkar á skúlanum á Argjahamri og virkishúsið Argjaskotið farið í sóttarhald. Marin Sigvaldsdóttir Bláberg undirstrikar, at allir flokkarnir, sum eru í sóttarhaldi, hava framhaldandi undirvísing umvegis netið. 
Bert í tí eina flokkinum, eru níggju næmingar smittaðir.  Virkishúsið Argjaskotið, sum heldur til á skúlanum, hevur eisini valt at steingja. Argjaskotið er fyribils stongt til 8. oktober. 

 

Konfirmasjónir fyri framman

Komfirmasjónir standa fyri framman.  Pál Weihe, leiðari á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, heldur, at fólk kunnu konfirmerast, men at tey fáu, sum ikki eru koppsett, kunnu taka hetta sum eina áheitan at blíva koppsett.

Hoyr Marin Sigvaldsdóttir Bláberg og Pál Weihe í innslagnum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672