Team Klaksvík hyggur uppeftir

Team Klaksvík hyggur uppeftir
Framgongdin hjá Team Klaksvík hevur verið greið síðstu árini, og bjartskygnið ræður í 15 ára gamla felagnum, sum lá nummar eitt, tá StÍF vitjaði í ársins fyrsta heimadysti
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
04.10.2021 - 14:52

Hondbóltslagið norðanfyri var óvanliga gott undan ársins fyrsta heimdysti.

Team Klaksvík, sum tók ímóti StÍF, var í tí óvanligu støðu at vera oddalið eftir tríggjar spældar dystir.

Gongdin í felagnum hevur verið góð síðstu árini, og formaðurin, Óli á Gravarbø, letur væl at.

 - Orsøkin er miðvíst arbeiði seinastu árini. Vit hava sett okkum mál, sum vit hava roynt at tikið á vegnum - ikki ov stór - og sett tey fólkini, sum skulu til, fyri at náa málunum, sigur Óli á Gravarbø.

Eitt av teimum fólkunum er venjarin hjá besta liðnum, Áki Mørk, sum hevur verið í Klaksvík síðan 2019.

Onnur lyklafólk eru útlendsku spælararnir, Vuk Stevanovic og Valentino Valentakovic, sum komu undan kappingarbyrjan í fjør, tá Team Klaksvík var sera nær við at spæla seg í hálvfinalurnar. 

Seinni kom málverjin David Henigman afturat, og hann og unnustan gera eitt stórt arbeiði í barna- og ungdómshondbóltinum í felagnum. 

 - Tað gongur bara ein veg hjá børnunum, sigur formaðurin.

 - Tað veksur við limum, og úrslitini eru ikki at kimsa at heldur, sigur hann.

Bæði formaðurin og venjarin leggja dent á, at føroysku spælararnir, sum hóast alt hava verið á liðnum mestsum øll árini, hava stórt rós uppiborið.

 - Nakrir av okkara egnu hava verið við hvørt tað einasta eitt ár, síðan felagið varð stovnað. Tað hevur ikki altíð verið so stuttligt hjá teimum, men teir halda á og møta upp, tí teir trúgva upp á tað og vilja hondbóltin í Klaksvík, sigur Óli á Gravarbø.

Tað var lagt upp til eina hondbóltsveitslu í Badmintonhøllini sunnudagin, men strandingar vildu ikki vita av hesum og vunnu við trimum málum. Eitt skot fyri bógvin hjá Team Klaksvík, men málið er óbroytt.

 - Tað er, sum spælarar hava sagt, at vit vilja fegnir gera tað betur enn í fjør, og so kunnu vit skjótt rokna út, hvat tað merkir, sigur Áki Mørk.

Og tað merkir í minsta lagi eitt pláss í hálvfinalunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. mai
Brot úr Føroya søgu
192216
Hósdag 22. mai
Góðan morgun Føroyar
192214
Hósdag 22. mai
Morgunlestur hósdagur 22.mai 2025
192148
Mikudag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 22.mai 2025
192176
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112