Ulf Kristersson fær longda freist at skipa stjórn

Ulf Kristersson fær longda freist at skipa stjórn
Freistin hjá sitandi svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, at skipa stjórn verður longd nakrar dagar, sigur formaðurin í svenska ríkisdegnum
Ulf Kristersson, sitandi forsætisráðharri og formaður í Moderatarna, er triði formaðurin, sum ger roynd at skipa stjórn í Svøríki eftir svenska ríkisdagsvalið
Mynd: Claudio Bresciani/TT/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2026 - 18:18

Ulf Kristersson, sitandi svenskur forsætisráðharri og formaður í Moderatarna fær longda freist at skipa stjórn.

Freistin verður longd nakrar dagar, sigur formaðurin í svenska ríkisdegnum, Andreas Norlén.

Hetta hendir eftir at Svøríkisdemokratarnir, sum frammanundan hava kravt ráðharrasess í komandi stjórn, hava slept kravinum um at vera partur av næstu stjórnini við Ulf Kristersson, formanni í Modertarna, sum forsætisráðharra.

Tað sigur formaðurin í Svøríkisdemokratunum, Jimmie Åkesson, sum sigur, at flokkurin ístaðin vil vera í andstøðu, skrivar DR.

Samstundis letur Centerpartiet upp fyri at gerast partur av møguligari stjórn við Ulf Kristersson á odda.

Centerpartiet vil nú vita, hvørjar ætlanir bæði Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkin, og Ulf Kristersson hava.

- Vit vilja hava uppskotini í seinasta lagi næsta fríggjadag, sigur Elisabeth Thand Ringqvist, forkvinna í Centerpartiet, á tíðindafundi, sambært DR.

Hetta gevur Ulf Kristersson betri møguleikar at skipa stjórn. Fráboðanirnar frá flokkunum báðum gera uppgávuna "eitt sindur minni ómøguliga", sigur Ulf Kristersson, sambært SVT.

Fráboðanirnar frá Svøríkisdemokratunum og Centerpartiet koma eftir at Svøríki hevur ligið í stjórnarloysi í 54 dagar eftir svenska ríkisdagsvalið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928