Til heimsmeistarakapping í Japan

Til heimsmeistarakapping í Japan
Rani Allansson Dalsgarð fer í næstum til Japan, har hann skal umboða danska landsliðið í HM í amboðsfimleiki, sum ein av bert trimum. Hann miðjar ímóti topp-20 á gólvinum
11.10.2021 - 20:24

Rani Allansson Dalsgarð er ein av bert trimum fimleikarum, sum er úttikin til danska landsliðið, sum skal kappast í heimsmeistarakappingini í Japan frá 18. til 24. oktober.

Camille Lund Rasmussen og Freja Lysell Petersen, báðar úr danska felagnum, KG66, eru tiknar út saman við føroyska fimleikaranum.

 - Tað kennist, sum eg eri klárur nú, og eg havi eisini verið til kappingar í seinastuni, og formurin er har, sigur Rani Allansson Dalsgarð.

Fyri kortum kappaðist stinni amboðsfimleikarin í sterkari kapping í Rumenia, og har endaði hann á 2. plássi. Mótstøðan verður enn sterkari í Japan, men Rani Allansson Dalsgarð miðjar kortini ímóti einum topp-20 úrsliti.

 - Mítt mál í seinastuni hevur verið at fáa ein karakter, sum er 14 ella hægri, og eg havi verið øgiliga nær við, sigur fimleikarin í Havnar Fimleikafelag.

 - Tað er mítt persónliga mál, og klárar tú hægri enn 14, so røkkur tað til topp-30, og klárar tú eitt eitt sindur uppum 14, so verður tú millum 20 teir bestu, sigur Rani Allansson Dalsgarð.

Fimleikarin hevur síðstu tvey árini lagt nógva orku í fimleikin. Hann hevur vant eini 25 tímar um vikuna, og hevur staðið seg væl í kappingum í Danmark og aðrastaðni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Folkaflokkurin í heita stólinum (3:7)
205765