ST-aðalskrivarin: Taliban heldur ikki givin lyfti

ST-aðalskrivarin: Taliban heldur ikki givin lyfti
António Guterres sigur, at lyftini, sum kvinnur og gentur í Afganistan fingu, vera ikki hildin
Taliban tók valdið í Afganistan í august, men ST-aðalskrivarin sigur, at uppreistrarrørslan heldur ikki lyftini, sum hon hevur givið.
 
12.10.2021 - 09:47

Taliban heldur ikki lyftini, sum teir hava givið afganskum kvinnum og gentum.

Tað sigur aðalskrivarin í ST, António Guterres.

Síðani Taliban tók valdið í Afganistan í august, hevur uppreistrarrørslan við fleiri høvi lovað borgarunum í landinum, at rættindi teirra vera vard, vísur Guterres á í fráboðan í gjár. 

- Tað týdningarmikla í hesum lyftum eru møguleikarnir hjá kvinnum at ferðast frítt, arbeiða og hava grundleggjandi rættindi, og hjá gentum at fáa atgongd til allar útbúgvingar á sama stigi sum dreingir, sigur ST-aðalskrivarin.

- Eg eri serliga stúrin um, at lyftini, sum Taliban hevur givið afganskum kvinnum og gentum, verða brotin, sigur Guterres. 

Hann heitir á Taliban um at halda síni lyfti og sínar skyldur í samsvari við mannarættindi og fólkarætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949