Nakrir fara at hava marruna í nátt

Nakrir fara at hava marruna í nátt
Hallur Hansson var errrin av avrikinum hjá Føroyum ímóti Skotlandi, men væntar, at misnýttu kjansirnir fara at elva til marrudreymar hjá onkrum av spælarunum
12.10.2021 - 22:41

Hallur Hansson var betur nøgdur við føroyska innsatsin í 1-0 tapinum fyri Skotlandi í kvøld, enn hann var eftir tapið fyri Eysturríki leygarkvøldið.

 - Eg klári ikki annað enn at vera stoltur av boysunum, segði føroyski liðskiparin eftir dystin.

Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik, men eins og ímóti Eysturríki, fóru fleiri kjansir til spillis

 - Vit hava nakrar heilt stórar kjansir, sum eg trúgvi, at nakrir fara at hava marruna um í nátt og tær næstu næturnar, og eg má siga, at tá mann ikki skorar upp á tílíkar kjansir, verður tað ræðuliga ringt at vinna fótbóltsdystir, segði Hallur Hansson.

Taå var skotski framherjin, Lyndon Dykes, sum avgjørdi dystin í síðstu minuttunum eftir innlegg úr høgru síðu. Ivast var í, um hann brúkti hondina, men eftir at VAR hevði hugt at støðuna, varð málið viðurkent.

 - Nú havi eg ikki sæð tað umaftur, men tað hevur bara at vera ikki hond, tí rakar bólturin hondina, så er den helt gal, segði liðskiparin.

 - Venjarin er helst stoltur av avrikinum, men tað er altíð eitt 'men', og tað er pissitroyttandi at hoyra upp á, legði hann afturat.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223