Craig Gordon: Tað kundi lætt farið hinvegin

Craig Gordon: Tað kundi lætt farið hinvegin
Skotski málverjin rósti føroyska liðnum eftir dystin á Tórsvølli í kvøld. - Teir vóru væl skipaðir, men skapa eisini fleiri góðar málmøguleikar
12.10.2021 - 22:44

Málverjin, Craig Gordon, var glaður eftir tepra 1-0 sigurin hjá skotum á Tórsvølli í kvøld.

 - Tað var trupult at bróta ígjøgnum - teir vardu sera væl - men tað eydnaðist til endans, segði Craig Gordon við Jógvan Skeel Nolsøe eftir dystin.

 - Tað var ein trupul dystur, og føroyska liðið spældi seg til nakrar góðar kjansir, og tað kundi farið hinvegin, segði málverjin úr skotska felagnum, Hearts.

Skotland hevur nú spælt seg í góða støðu í bólkinum, og eitt play-off pláss nærkast hjá Steve Clark og spælarunum. Skotar hava 17 stig, meðan Ísrael hava 13 á triðja plássi undan tveimum teimum síðstu dystunum, sum verða í november.

 - Sigurin hevur stóran týdning. Vit nærkast endanum á bólkaspælinum, og nú mugu vit fara til Moldova og vinna einaferð afturat, so vit tryggja okkum annað plássið, segði Craig Gordon.

Skotland hevur ikki spælt seg í eitt HM-endaspæl síðan 1998.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846