Anna Dam: H71 oftari í Evropa

Anna Dam: H71 oftari í Evropa
Forkvinnan í H71, Anna Dam, fegnast um góðu úrslitini um vikuskiftið, og sigur, at tað er ikki ósannlíkt, at H71 javnan fer at kappast í evropeiskum hondbólti
18.10.2021 - 16:57

Kvinnurnar spældu seg víðari í fyrstu royndini, og menninir taptu við tveimum ímóti sterka norska liðnum, Drammen HK, og hevur framvegis kjansin.

H71 stóð seg væl í European Cup um vikuskiftið, og tað fegnast forkvinnan í felagnum um. Hon sigur, at tað er ikki ósannlíkt, at hoyvíkingar oftari fara at spæla evropeiskan hondbólt komandi árini.

 - Hetta er eitt stórt fíggjarligt tak hjá felagnum, men vit royna at gera tað á bíligasta hátt, sigur Anna Dam.

Kvinnurnar spældu báðar dystirnar ímóti norðurmakedónska liðnum, Cair-Skopje, í Føroyum, meðan menninir skulu spæla returdyst í Norra næsta vikuskifti.

 - Vit fara at royna - eg kann ikki lova tað - og tað kemur sjálvandi eisini ann uppá, hvat lið vit hava. Tí fráfallið hjá okkum er stórt, sigur forkvinnan og vísir á, at nógvir H71-spælarar í løtuni spæla uttanlands.

- So vit meta um støðuna frá ári til ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911