Suðuroyartunnilin nógv dýrkaður í tvey ár

21.10.2021 - 15:56
InnlendisSamfelag
Suðuroyartunnilin nógv dýrkaður í tvey ár
Nú verður mett, at tunnilin fer at kosta 5,4 milliardir kr. Í 2019 metti Landsverk, at hann fór at kosta 3,6 mia. kr.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum væntar, at undirsjóvartunnilin til Suðuroyar fer at kosta 5,4 mia. kr. Tað er munandi meira enn fyri tveimum árum síðani.

Tað fer at kosta umleið 5,4 milliardir krónur at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Tað vísa útrokningarnar hjá Landsverki, sum vóru lagdar fram á tíðindafundi í dag.

Hetta er ein risaíløga og munandi meira enn tað, sum arbeiðsbólkurin, ið Heðin Mortensen, táverandi landsstýrismaður, setti at kanna prísir og linjuføring á Suðuroyarleiðini, kom til.

Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at gera búskaparligu forkanningina, legði fram á tíðindafundinum í dag.

14. juni 2019 legði tann bólkurin úrslitið fram. Tey komu til ein kostnað upp á tríggjar milliardir.

Landsverk metti tá, at kostnaðurin fór at vera millum 3,4 og 3,6 milliardir krónur.

Hoyr Sigurd L. Lamhauge í útvarpstíðindunum.

Meiri verður at frætta í tíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236