Klaksvíkar kommuna letur frítíðarskúlar aftur hesa vikuna

Klaksvíkar kommuna letur frítíðarskúlar aftur hesa vikuna
Frítíðarskúlarnir Snjallabjalla, Garðalisa og Skákið í Klaksvík verða afturlatnir hesa vikuna orsakað av koronustøðuni, hevur Klaksvíkar kommuna avgjørt
Koronusmittan er leys í Klaksvík, sum hevur høg smittutøl, og tað fær kommununa nú at seta í verk tiltøk
Mynd: Savnsmynd  
 
25.10.2021 - 08:05

Klaksvíkar kommuna er eisini farin í hernað móti koronusmittustøðuni. Í gjárkvøldið avgjørdi kommunan, at frítíðarskúlarnir Snjallabjalla, Garðalisa og Skákið verða afturlatnir hesa vikuna.

Húsið verður eisini afturlatið nú í vikuni.

Húsið er karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum úr triðja flokki til og við 18 ár.

Um dagstovnarnir og kommunalu dagrøktina sigur kommunan, at tey verða opin og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera.

Men spælistovan verður ikki opin hesa vikuna.

Tiltøkini hjá Klaksvíkar kommunu koma í kjalavørrinum frá, at landsstýrið í gjárkvøldið mælti til at royna at demma koronusmittuna inni lokalt í Norðoyggjum og Eysturoynni. 

 

Miðnám eisini afturlatið

Allir næmingar á Miðnámi á Kambsdali fáa fjarundirvísing hesa vikuna. Og tað sama gera flestu næmingarnir í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, har bara 1. til 3. flokkur skulu møta í morgun.

Boðini um at næmingarnir í hesum báðum skúlum skulu halda seg heima og í staðin fáa fjarundirvísing komu frá Løgmansskrivstovuni í gjárkvøldi.

Harafturat mælir Løgmansskrivstovan til, at frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum verður avmarkað, har smittan ger mest um seg.

Mælt verður eisini til at útseta størri tiltøk, har børn og ung úr øllum landinum koma saman.

Løgmansskrivstovan upplýsir, at koronusmittan nørist serliga millum børn og ung, og serliga í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Hoyr samrøðuna, sum Jón Brian Hvidtfelt gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í gjárkvøldið:

1485154

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098