Bispur: "Fara at stýra kirkjuni lokalt"

25.10.2021 - 12:00
Innlendis›Heilsa
Bispur: "Fara at stýra kirkjuni lokalt"
Høgu smittutølini fáa fólkakirkjuna at gera leiðreglur, og tað verður ymiskt kring landið, hvussu roynt verður at fyribyrgja koronusmittuni innan fyri kirkjugátt, sigur bispur

Koronasmittan ger aftur um seg í Føroyoum, og nú eru smittutølini methøg. 

Hetta ávirkar eisini kirkjuna, váttar Jógvan Fríðriksson, bispur. 

Fólkakirkjan hevur gjørt leiðreglur, og millum annað verður mælt til at doypa børn uttan fyri vanliga kirkjutíð.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan.

 

Børn og ung smittað

Serliga børn og ung eru smittað, so tað krevst at vera sera varin, tá barnadópur er.

Hetta er galdandi restina av oktober og allan november mánað.

Fólkakirkjan fer at fylgja leistinum, sum landsstýrið í gjárkvøldið setti út í kortið, at átøk og tilmæli verða lokal, har smittan er størst.

 

Prestar kunn ráðføra seg við leiðsluna

Sóknarpresturin í øki, har smittan er stór, kann ráðføra seg við leiðsluna, sum so tosar við læknafrøðiliga myndugleikan.

Er støðan hóttandi, kann leiðslan mæla til, at eisini gudstænastan verður avlýst.

Yvirskipað heldur leiðslan í fólkakirkjuni tað vera ráðiligt, at gudstænasturnar verða hildnar við tí varsemi og teimum serligu fyrilitum, sum vit kenna, tey eru til dømis frástøða og reinføri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210