Somu flokkar skipa væntandi stjórn í Íslandi

Somu flokkar skipa væntandi stjórn í Íslandi
Allar súður eru ikki syftar enn, men ramman um samgonguskjalið verður liðug um vikuskiftið
Katrín Jakobsdóttir úr Vinstru grønu hevur verið forsætisráðharri seinasta valskeiðið. Nógv bendir á, at somu flokkar fara at skipa stjórn eftir valið, sum var fyri einum mánaði síðani.
Mynd: RitzauScanpix  
 
27.10.2021 - 08:51

Nú meira enn ein mánaður er liðin, síðani valið var í Íslandi 25. september, er eingin stjórn skipað enn.

Men hon nærkast, skilst. 

Og tað vera somu flokkar, sum nú eru í stjórnini.

Morgunblaðið skrivar, at ramman um samgonguskjalið verður liðug um vikuskiftið.

Steðgur í samráðingunum

Síðani verður steðgur í samráðinginum, tí Katrín Jak­obs­dótt­ir, forsætisráðharri og forkvinna hjá teimum Vinstru grønu, fer á veðurlagsráðstevnuna í Glasgow, og Sig­urður Ingi Jó­hanns­son, ráðharri og formaður Framsóknarfloksins, fer á ársfundin hjá Norður­landaráðnum í Keypmannahavn.

So skjótt, sum tey koma aftur til Íslands, verður farið undir at gera samgonguskjalið liðugt, skrivar Morgunblaðið.

Flokkarnir eru tó ikki samdir um øll mál enn, millum annað um flóttafólkamál.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391