Turkaland í búskaparligum trupulleikum

Turkaland í búskaparligum trupulleikum
Inflatiónin er næstan 20 prosent, og eingi útlit eru til, at gongdin fer at venda
Erdogan, forseti, hótti við at reka 10 sendiharrar av landinum, men nú hevur hann broytt støðu, og sendiharrarnir sleppa at vera verandi í landinum.
 
27.10.2021 - 09:24

Turkaland er í stórum búskaparligum trupulleikum, tí inflatiónin er stór, samstundis sum gjaldoyrað minkar í virði.

Tað halda serfrøðingar vera orsøkina til, at Erdogan, forseti roynir at føra seg fram á altjóða pallinum, fyri á tann hátt at fáa fólk at tosa og hugsa um annað.

Inflatiónin er næstan 20 prosent, og eingi útlit eru til, at gongdin fer at venda.

Tí heitti størsta vinnufelagið í summar á forsetan, um at royna at venda gongdini í landinum. Tað er sera sjálvdan at vinnulívið leggur seg út í politikkin í Turkalandi.

Hótti við at koyra sendiharrar av landinum 

Um vikuskiftið hótti Erdogan við at tveita fleiri sendiharrar úr landinum, tí teir mæltu til at lata ein andstøðing í landinum leysan.

Hevði forsetin gjørt álvara av hóttanini, so hevði støðan í Turkalandi verið uppaftur verri, sigur Timur Kuran, við Duke universitetið við AFP-tíðindastovuna.

Andstøðingurin, Osman Kavala, hevur verið fongslaður í fleiri ár, tí hann hevur funnist at stjórnini hjá Erdogan.

Andstøðan í Turkalandi finst eisini at búskaparpolitikkinum í landinum, og andstøðan skuldsetur forsetan fyri at royna at flyta atfinningarnar frá vánaligu støðuni í landinum, til at snúgva seg um útlendsku sendiharrarnar, skrivar NTB.

Erdogan, forseti, broytti støðu í gjár, og teir 10 sendiharrarnir vera verandi í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659