Savnsgull

Um KVFTænasta
Savnsgull
Verkætlanin at talgilda kringvarpssavnið og gera tað alment atkomuligt
 
01-01-2026

Hvat er Savnsgull?

Savnsgull er verkætlanin, sum skal bjarga tilfarinum í savninum hjá Kringvarpi Føroya. Í savninum er tilfar, sum lýsir modernaðu søgu føroyinga –  frá 1957 til í dag. Endamálið hjá Savnsgulli er at talgilda savnið og síðan at geva almenninginum atgongd til tilfarið. 

Arbeiðið er alneyðugt av tí orsøk, at kringvarpssavnið er helst størsta heimildin, vit eiga um nýggja, føroyska søgu. Í 2014 varð arbeiðið við Savnsgulli sett í gongd, tá Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismaður í mentamálum, trýsti á knøttin, so fyrstu ljóðupptøkurnar vórðu talgildar. Síðan tá eru 31.000 ljóðbond talgildað í kringvarpssavninum. Umframt hetta eru ein hálv millión skjøl skrásett og talgildað, eins og øll videobondini eru talgildað. Tað hevði stóran týdning, at talgildingin byrjaði tá, tí útgerðin, sum skuldi til, gjørdist, sum vera man, eldri og ringari at fáa fatur á, og serfrøðingar væntaðu, at um mann hevði bíðað, hevði tað kanska verið ógjørligt at bjargað tilfarinum í savninum. Vit kunnu tí siga, at tað var í seinastu løtu, at verkætlanin var raðfest og fekk fígging.

Fyrri partur av verkætlanini, sjálv talgildingin, var liðugur í 2023.

 

Atgongd til kringvarpssavnið

Seinni parturin av Savnsgull-verkætlanini inniber millum annað at gera tilfarið atkomuligt fyri almenninginum. Atgongd til savnið fer at geva Føroya fólki eitt makaleyst innlit í føroyska mentan og samtíðarsøgu seinastu 70 árini.

Yvirskipað fevnir hesin parturin av verkætlanini um tríggjar tættir: 

• at útbyggja tøkniliga undirstøðukervið, sum ger tað møguligt at arbeiða við, goyma og flyta dátur í kringvarpssavninum, so at hetta kann gerast atkomuligt
• at framleiða metadata fyri alt kringvarpssavnið, so at til ber hjá brúkarum gjøgnum leitiskipanir at leita fram viðkomandi tilfar í savninum
• at greina upphavsrættarligar spurningar og fáa í lag neyðugar avtalur um rættindaviðurskifti

Verkætlanin væntast at koma á mál um nøkur ár.


Sí eldri tilfar, ársfrágreiðingar o.a. her.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826

Um kvf css