ST-umboðsmaður: Bosnia hótt av borgarakríggi

ST-umboðsmaður: Bosnia hótt av borgarakríggi
Bosnia er hótt av borgarakríggi, um altjóða samfelagið ikki steðgar serbisku loysingarfólkunum í teirra virksemi, ávarar týska ST-umboði, Christian Schmidt, í skrivi til ST
ST-umboðsmaðurin, Christian Schmidt, ávarar nú um, at Bosnia er á gáttini til eitt borgaraskríggj
Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.11.2021 - 07:49

Friðaravtalan fyri Bosnia, sum í 1995 fekk enda á borgarakrígnum, er við at fara fyri bakka, um altjóða samfelagið ikki steðgar serbisku loysingarfólkunum í teirra virksemi.

Tað eru boðini frá týskaranum, Christian Schmidt, sum hann hevur latið ST.

Hann er umboðsmaður hjá ST í Bosnia, og hevur eftirlit við friðaravtaluni, sum varð sett í gildi í 1995.

 

Støðan er hættislig

Sambært skrivinum til ST, er Bosnia av álvara hótt av borgarakríggi, og støðan er so hættislig sum ongantíð fyrr, síðani avtalan var gjørd, skrivar hann.

"Útlitini fyri meira sundurlyndi og stríði er ógvuliga sannlíkt," skrivar Schmidt.

Sambært Reuters, skrivar hann í frágreiðingini, at bosniskir serbar virka fyri at upploysa kjarnivirksemi í landinum, sum felags her, skattamyndugleikar og felags hægstarætt.

Tað merkir í veruleikanum, at bosnisku serbarnir ikki virða tey kjarnuvirðini sum hava týdning í samfelagnum, og tað merkir í veruleikanum loysing frá restini av bosniska samfelagnum, skrivar Christian Schmidt í frágreiðingini til ST.

Trygdarráðið hjá ST fer at umrøða frágreiðingina í hesi vikuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303