Føroysk ross: Stovnurin um at doyggja út

17.11.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Føroysk ross: Stovnurin um at doyggja út
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum fekk í dag 1200 undirskriftir um at bjarga føroyska rossinum
Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í felagnum Føroysk ross, handar Magnusi Rasmussen, landsstýrismann, tær 1200 undirskriftirnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Felagið fyri Føroysk ross hevur mist tolið. Munagóð átøk mugu gerast beinanvegin, skal føroyska rossið varðveitast.

- Stovnurin er um at doyggja út, og lógarbroytingar mugu gerast, so føroysk ross kunnu útflytast og alast uttanlands, sigur Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í felagnum.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, fekk í morgun handaðar 1200 undirskriftir við áheitan um at bjarga føroyska rossinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar, tá umboð fyri Føroysk ross hittu landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum í dag og handaðu honum undirskriftir. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375