Taka sáð av øllum føroyskum greðingum

Taka sáð av øllum føroyskum greðingum
Føroyska rossið hevur leingi verið kritiskt hótt, og Felagið Føroysk Ross arbeiðir hart fyri at bjarga stovninum. Tí skal sáð takast av teimum føroysku greðingunum.
19.08.2025 - 19:23

Føroyska rossið hevur leingi verið kritiskt hótt, og Felagið Føroysk Ross arbeiðir hart fyri at bjarga stovninum. Tí er bretska fyritøkan, SAIS, í hesum døgum í Føroyum og tekur sáð av teimum føroysku greðingunum. Arbeiðið byrjaði í fjør og tá var sáð tikið frá umleið einari helvt av føroysku greðingunum. Og nú er tíð at taka av hinari helvtini. Føroyska rossið er ikki bert hótt, men kritiskt hótt. Tað hevur gingið betri seinasta árið, og 16 fyl eru folað. Tað talið er methøgt. Tó er stovnurin enn sera langt frá at 'bert' vera hóttur, og tað er í tøkum tíma at hendan verkætlanin er byrjað 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809