Týskland vil hava fleiri at koppseta seg

Týskland vil hava fleiri at koppseta seg
Týski heilsumálaráðharrin ávarar um koronustøðuna, og læknar rópa eisini varskó
Jens Spahn, heilsumálaráðharri í Týsklandi, sigur, at tá hesin veturin er av, eru flestu týskarar koppsettir, frískir av koronu, ella deyðir av koronu.
Mynd: RitzauScanpix  
 
23.11.2021 - 09:26

Myndugleikarnir í Týsklandi vilja hava fleiri at koppseta seg fyri koronu. Tað hendir, samstundis sum talið á smittaðum hækkar við rúkandi ferð, skrivar NTB.

Týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn, kom í gjár við eini álvarsligari ávaring til týska fólkið.

Hann segði, at tá hesin veturin er av, eru flestu týskarar koppsettir fyri koronu, frískir av koronu, ella deyðir av koronu.

Spahn vísir á skjótt smittandi deltaslagið av koronu, sum ger um seg um alt Europa í løtuni, og hann heitti staðiliga á fólk um at lata seg koppseta.

Læknar rópa eisini varskó

Støðan við koronu er nú so álvarslig í Týsklandi, at fleiri læknar rópa varskó, skrivar Flensburg Avis.

Í Sachsen sigur formaðurin fyri læknarnar, Erik Bodendieck, at starvsfelagar skjótt koma í ta støðu, at teir verða noyddir at velja ímíllum at viðgera fólk, ella at lata tey doyggja uttan viðgerð.

Tað sama sigur formaðurin fyri læknarnar, sum taka ímóti sjúklingum, Gernot Marx.

- Vit hava ikki tamarhald á støðuni í løtuni. Í økjum sum Bayern, Thu:ringen og Sachsen, er støðan so álvarslig, at pláss ikki er fyri sjúklingum, sum tí mugu sendast til onnur sjúkrahús, og alt annað virksemi er um at steðga, sigur læknin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357