Frakland mælir til kreppufund í ES um migrantar

Frakland mælir til kreppufund í ES um migrantar
- Frakland fer ikki at góðtaka, at Ermasund verður ein kirkjugarður fyri migrantar, segði franski forsetin eftir at 27 migrantar í gjár druknaðu á veg til Bretlands
27 migrantar druknaðu í Ermasundi í gár. Frakland krevur nú kreppufund í ES um støðuna
Mynd: Francois Lo Presti/AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.11.2021 - 07:15

Franski forsetin, Emanuel Macron, mælir til kreppufund í ES um støðuna við migrantum í samveldinum.

Tað skrivar Reuters.

Boðini frá franska forsetanum koma, eftir at 27 migrantar druknaðu í gjár, tá teir royndu at koma sær um rmasund til Bretlands.

- Frakland fer ikki at góðtaka, at Ermasund verður ein kirkjugarður fyri migrantar, segði franski forsetin.

Ógreitt hvørjir migrantarnir vóru

Tvey fólk vórðu bjargað úr søkkandi bátinum, upplýsti franski innanríkisráðharrin, Gerald Darmanin.

Enn er ógreitt, hvaðani druknaðu fólkini vóru.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur, at tað er neyðugt at økja eftirlitið, tí brotsmenn sum senda fólk um Ermasund, alla tíðina broyta framferð, sigur Boris Johnson.

Gerald Darmanin, franski innlendismálaráðharrin, tosar við tíðindafólk uttanfyri eitt sjúkrahús í Calais í gár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938