Nýggja frábrigdið elvir til mildari og øðrvísi sjúkugongd

29.11.2021 - 13:26
InnlendisHeilsa
Nýggja frábrigdið elvir til mildari og øðrvísi sjúkugongd
Omikron-frábrigdið smittar verri, men tað elvir eisini til mildari sjúkugongd, vísa fyrstu ábendingarnar
Sambært Bjarna á Steig, yvirlækna, so elvir nýggja korona-frábrigdið til eina mildari og øðrvisi sjúkugongd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

"Ábendingar eru um, at nýggja koronufrábrigdið Omikron smittar verri, men elvir til mildari sjúkugongd."

Tað sigur Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og limur í farsóttarnevndini.

Tveir tilburðir av nýggja koronu-frábriginum - Omikron - eru staðfestir í Danmark.

 

Kom til Evropa fríggjadagin

Nýggja frábridgið var staðfest fyrstu ferð mikudagin í síðstu viku í Suðurafrika, og fríggjadagin í Evropa.

Hóast frábrigdið er sera nýtt, so eru ábendingar um, at Omikron smittar verri, sigur Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og limur í farsóttarnevndini. 

Sambært yvirlæknanum, so elvir Omikron til eina mildari og øðrvisi sjúkugongd. 

Her heima verður eisini fylgt væl við nýggja frábrigdinum, sigur Bjarni á Steig. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373