NSÍ og B36 spæla finalu um smáar tvær milliónir krónur

NSÍ og B36 spæla finalu um smáar tvær milliónir krónur
Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping tryggjaði Sølvi Sigvardsen NSÍ plássið í steypafinaluni, har teir skulu spæla ímóti B36 um steypið, evropafótbólt og tvær milliónir
NSÍ skal spæla ímóti B36 í steypafinaluni leygardagin
Mynd: Ólavur Wolles  
 
29.11.2021 - 20:38

Longd leiktíð og drúgv brotssparkskapping skuldi til, áðrenn 20 ára gamli Sølvi Sigvardsen tryggjaði NSÍ annað plássið í finaluni um Løgmanssteypið og sendi HB aftur til Havnar við ongum.

Tað var annars HB, sum fekk eina flúgvandi byrjan upp á dystin. Hilmar Leon Jakobsen skoraði til 1-0 longu tá tríggir minuttir vóru spældir, og tólv minuttir seinni økti Bartal Wardum til 2-0, og tað var ilt at ímynda sær, at NSÍ fór at koma aftur.

Men tað gjørdi heimaliðið, so tað stóð eftirí. Klæmint A. Olsen minkaði um munin, tá góður hálvur tími var leiktur, og tá 11 minuttir vóru eftir at spæla javnaði innskifti Búi Egilsson til 2-2.

Lítið hendi í longdu leiktíðini, og so varð neyðugt við brotssparkskapping. Teitur Matras Gestsson fekk fyrsta dystarbóltin, men Tórður Thomsen, sum var sendur á vøllin bert til brotsspørkini, takkaði fyri álitið og bjargaði.

Jákup Jakobsen fekk annan dystarbóltin - hesa ferð til NSÍ - men Teitur Matras Gestsson helt lív í HB. Hann fekk einki gjørt kortini, tá Michal Przybylski misnýtti, og Sølvi Sigvardsen, sum var komin inn sjey minuttir áðrenn dystarlok, skoraði og sendi tey gulu í dreymaland.

B36 vann sannførandi á Tórsvølli

Víkingur hevði gott útgangsstøði á Tórsvølli eftir 1-0 sigurin í Sarpugerði í fyrru hálvfinaluni, og vóru favorittur at spæla seg víðari hjá teimum flestu.

B36 gjørdi tó spádómarnar til skammar við einum tryggum 3-0 sigri. Sebastian Pingel, sum fer aftur til Danmarkar eftir hetta kappingarárið, var stóri spælarin hjá heimaliðnum. Fyrst stútaði hann B36 framum tíðliga, og tá átta minuttir vóru eftir at spæla tryggjaði hann finaluplássið við málið til 3-0.

Harímillum hevði Mathias Thrane skorað til 2-0, meðan Víkingur royndi og royndi, men fingu ikki útivallarmálið, sum nógv roknaðu við fór at verða avgerandi.

Tískil kann B36 framvegis bjarga sær kappingarárinum við steypasigri, sum hevur við sær evropapláss næsta ár og smáar tvær milliónir krónur. Mótstøðuliðið er also NSÍ, sum sjálvsagt fyrst og fremst spælir um steypið, men sum eisini verjir júst evropaplássið og pengarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221