Uni Rasmussen: Verða uppskotini samtykt, rýkur samgongan

02.12.2021 - 14:32
Innlendis›Politikkur
Uni Rasmussen: Verða uppskotini samtykt, rýkur samgongan
Uni Rasmussen og Sirið Stenberg skiftu orð í Breddanum fyrrapartin um sammøður
Sirið Stenberg og Uni Rasmussen vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, undrast á, at tað skal bera til hjá samgongulimum at bróta eina greiða avtalu, nú Johan Dahl alment hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða við andstøðuni í málinum um sammøður.

Um uppskotini hjá andstøðuni verða samtykt, er samgongan fokin.

Tað segði hann í Breddanum fyrr í dag.

Andstøðan er misnøgd, tí tað hevur tikið so langa tíð hjá Trivnaðarnevndini at leggja álit fram.

Sirið Stenberg, næstforkvinna í nevndini, vísir ikki aftur, at uppskotini kunnu vera ein partur av einum størri politiskum spæli í sambandi við fíggjarlógina fyri 2022, sum nú skal avgreiðast í tinginum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531