Trine Bramsen kemur heldur ikki á hesum sinni

Trine Bramsen kemur heldur ikki á hesum sinni
Hetta er fjórðu ferð í ár, at danski verjumálaráðharrin útsetir vitjan í Føroyum. Hon er farin í sóttarhald
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur aftur avlýst vitjan í Føroyum.
 
08.12.2021 - 14:40

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kemur heldur ikki til Føroya á hesum sinni.

Ætlanin var, at hon skuldi koma til Føroya í morgin at viðgera radaran á Sornfelli og trygdarpolitikk annars.

Trine Bramsen hevur verið í sambandi við ein, sum er smittaður við omikron-frábrigdinum, og er tí farin í sóttarhald. Hon er ikki smittað sjálv, men umstøðurnar gera, at hon vil ikki taka nøkur óráð fyri, og kemur tí ikki til Føroya.

Hetta fjórða ferðin til Føroya í ár, sum nú verður av ongum hjá Trine Bramsen.

Skuldi koma í januar

Fyrstu ferð hon skuldi koma var í januar, men tá gjørdi koronustøðan og sóttarhaldsreglurnar, at ferðin var av ongum.

Síðani skuldi hon koma í juni, men flogflarið hjá donsku verjuni fekk ikki sett seg í Vágum fyri veður.

Síðani var ferðin útsett til síðst í august, men tá gjørdi støðan í Afganistan og afturtøkan av hermonnunum hjá NATO-londunum, at verjumálaráðharrin kundi ikki koma til Føroya.

Og nú er verjumálaráðharrin so farin í sóttarhald.

Við Kringvarpið sigur Trine Bramsen, at hon vónar at koma til Føroya í januar í staðin.

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum skal annars á fund í morgin, har Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismál, skal ráðføra um ætlaða radaran á Sornfelli. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576