Tíðindafundur fyrrapartin um koronustøðuna

Tíðindafundur fyrrapartin um koronustøðuna
Forstjórin i sjúkrahúsverkinum sigur, at Landssjúkrahúsið er at kalla í undantaksstøðu í løtuni
Løgmaður skipar fyri tíðindafundi klokkan 11 um koronustøðuna. Tíðindafundurin verður sendur bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2021 - 08:27

Tíðindafundur verður um koronustøðuna í dag kl. 11.

Tað boðar løgmansskrivstovan frá.

Tíðindafundurin verður sendur í sjónvarpinum og í útvarpinum.

Farsóttarnevndin var á fundi í gjár at viðgera koronustøðuna, og seint seinnapartin hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kallað landsstýrið saman at viðgera støðuna og nýggjastu tilmælini frá farsóttarnevndini.

Í undantaksstøðu

Smittutilburðirnir hava gjørt eitt lop seinastu dagarnar, og í gjár var staðfest, at omikron-frábrigdið eisini var staðfest í Føroyum, millum smittaðu starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum. 

Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, segði í gjár, at Landssjúkrahúsið er at kalla í undantaksstøðu, og sjúkrahúsið hevur sett fleiri umfatandi tiltøk í verk fyri at tálma smittuspjaðingini á Landssjúkrahúsinum.

2.538 kanningar vóru gjørdar týsdagin, og av teimum vóru 81 nýggir tilburðir vóru staðfestir.

Í løtuni eru 649 smittað í Føroyum, og 10 eru innløgd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576