Fyrsta avlopið hjá peningastovnum í fýra ár

Fyrsta avlopið hjá peningastovnum í fýra ár
Avlopið hjá bankum og sparikassum í fjør var tilsamans 160 mió. kr. í fjør. Útlánini minkaðu 700.000 kr.
Avlopið hjá bankunum og sparikassunum var samanlagt 160 milliónir kr. í fjør. Og tað er fyrstu ferð síðani 2008, at avlop er.
 
01.07.2013 - 13:00
Fyri fyrstu ferð í fýra ár høvdu peningastovnarnir í Føroyum vinning í fjør, tá úrslitini hjá øllum fýra eru løgd saman.
 
Avlopið hjá bankunum og sparikassunum var samanlagt 160 milliónir kr. í fjør. Og tað er fyrstu ferð síðani 2008, at avlop er.  Peningastovnarnir eru annars ikki nøgdir við úrslitið í 2012, tá ræður um renting av eginognini.  
 
Harmast lønarhæddaravgjaldið
 
Og peningastovnarnir eru harmir um, at løgtingið hækkaði lønarhæddaravgjaldið úr tíggju prosentum upp í 12 prosent. Hetta gjørdi kappingarfortreytirnar enn verri, siga peningastovnarnir, sum vænta at skulu rinda 40 mió. kr. í lønhæddaravgjaldi í ár.
 
Innlánini hjá peningastovnunum vuksu bara 100.000 kr. í fjør, útlánini minkaðu 700.000 kr.  Mett verður, at útlánini fara at vaksa nakað í ár. 
 
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523