Einsamallur á grønlendskari oyggj í 56 ár

Einsamallur á grønlendskari oyggj í 56 ár
Í ÚTVARPINUM UM JÓLINI: 86 ára gamli Mikkjal Lodmund Sørensen fór til Grønlands á vári í 1964 at rógva út og hevur ongantíð verið aftur í Føroyum
86 ára gamli Mikkjal Lodmundur Sørensen gevur Robinson Kruse skarpan gang. Í samfull 56 ár hevur Mikkjal búð einsamallur í oynni Kingitoq, sum er ein hálvan tíma frá Qaqortoq - fyrr Julianehåb
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
23.12.2021 - 21:00

Fyri mong er viðoyingurin, Mikkjal Lodmund Sørensen, eitt satt mysterium - eitt loyndarmál.

Nógvir føroyingar, sum hava siglt ella arbeitt í Grønlandi, hava hoyrt um henda viðoyingin, sum í samfull 56 ár hevur búð einsamallur í oynni Kingitoq við munnan úti fyri í Qaqortoq, fyrr Julianehåp, í Suðurgrønlandi. 

Men teir allar fægstu hava hitt mannin, sum trívist best at búgva í einingi. 

Um mánaðarskiftið september-oktober var Tórður Mikkelsen í Grønlandi, og tá eydnaðist honum at hitta einbúgvan Mikkjal, sum 19. desember fylti 86 ár. 

 

Ongantíð verið aftur í Føroyum

Í tveimum sendingum í útvarpinum, jóladag og 2. jóladag klokkan 16, sigur Tórður Mikkelsen søguna um hendan serliga føroyska einbúgva í Grønlandi. 

Mikkjal Sørensen kom til Grønlands á vári í 1963 at rógva út og hevur ongantíð verið aftur í Føroyum.

Her hevur hann verið útróðrarmaður og havt seyð. 

 

211028_NET_EINABUGVIN_MIKKJAL_0K

 

Mikkjal Sørensen var einabarn og búði saman við foreldrunum uppi við við Garð á Viðareiði.

Pápin doyði av vanlukku, tá Mikkjal var stórur smádrongur.

Hóast mamman livdi til ellisár og búði í heimbygdini Viðareiði, so kom Mikkjal ongantíð heimaftur at vitja. 

 

Blindtarmurin sprongdist

Einaferð var Mikkjal illa staddur. Tað var í 1982.

Mikkjal hevði blindtarmsbruna og nógva pínu, og ísur var á sjónum, so hann var ikki førur fyri at sigla sjálvur inn til býin.

 

So hann hevði vavt teppir og onnur heit klæði uttan um seg og lagt seg í bátin beint við rennuna, har skip og bátar sigldu gjøgnum ísin.

Og so var hann so heppin, at báturin hjá sjúkrahúsinum í Qaqortoq kom.

Teir sóu hann og tóku hann við inn til sjúkrahúsið.

Tá var blindtarmurin sprongdur. Tá lá hann fleiri mánaðir á sjúkrahúsinum, og kom tó fyri seg aftur. 

Hetta er bert ein av fleiri søgum, sum verða at hoyra í sendingunum "Einbúgvin í Grønlandi", sum verða sendar jóladag og 2. jóladag klokkan 16 í útvarpinum. 

 

Einbúgvin í Grønlandi
í útvarpinum
jóladag og 2. jóladag
kl.16

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816