Løgmaður: Samgongan hevur ikki ein meirluta ímóti sær

28.12.2021 - 16:14
InnlendisPolitikkur
Løgmaður: Samgongan hevur ikki ein meirluta ímóti sær
Eingin endalig avgerð um lagnuna hjá samgonguni spurdist burtur úr kreppufundinum í samgonguni í dag. Løgmaður staðfestir tó, at samgongan ikki hevur ein meirluta ímóti sær
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður og formaður í Miðflokkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubekseni  

Samgonguleiðararnir fara aftur á fund um politisku støðuna í morgin.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá kreppufundurin í dag varð niðurlagdur.

"Vit skulu hava greiðu á nøkrum málum hvør í sínum lagi, og so møtast vit aftur í morgin klokkan tvey," segði løgmaður. 

Bárður á Steig Nielsen vildi ikki siga, hvørji mál talan var um. 

Spurdur beinleiðis, um Føroyar hava eina samgongu í løtuni, svaraði løgmaður, at tað hava Føroyar. 

"Samgongan er virkisfør og hevur ikki lagt frá sær. Vit eru gaman í nakað skerd viðvíkjandi landsstýrisfólkum, men samgongan hevur ikki ein meirluta ímóti sær."

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776