Løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvinum

Løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvinum
Løgamaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvinum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú hann hósdagin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvinum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2022 - 17:53

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, varð hósdagin tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági.

Hetta hevur við sær, at hann í dag hevur boðað løgmanni frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður.

Og løgmaður hevur nú í tíðindaskrivi boðað frá, at hann  hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvi og at løgmaður fyribils røkir fíggjármál.  

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.

Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 2 frá 6. januar 2022 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fíggjarmál.

 

Sambært in.fo varð tað hósdagin, klokkan 11:26, at Jørgen Niclasen varð tikin, og tá hann blásti í alkoholmetrið, var promillan 1,26. 

Tað hevur ikki eydnast á fáa fatur á Jørgeni Niclasen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053