Jenis av Rana fingið vissu fyri, at fleiri etisk mál verða ikki samtykt

Jenis av Rana fingið vissu fyri, at fleiri etisk mál verða ikki samtykt
Samgongan heldur fram, men tað ger stríðið millum Johan Dahl í Sambandsflokkinum og Jenis av Rana í Miðflokkinum eisini.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.12.2021 - 13:04

Jenis av Rana kennir seg vísan í, at tað nú er bundið fyri, so fleiri sokallaði etisk mál ikki verða samtykt undir hesi samgonguni. Tað sigur formaðurin í Miðflokkinum nú samgongan hevur valt at halda fram.

Í gjár legði Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jenis av Rana undir at bróta fyrisetingarlógina og at undirgrava arbeiðið hjá Landsstýrinum.

Tað kann hann gott liva við, sigur Jenis av Rana.

- Johan Dahl roynir at flyta fokus. Honum nýtist ikki at leita eftir nakrari orsøk til trupulleikarnar, sum hava verið í samgonguni. Hann kann bara hyggja í speglið, so sær hann teir. Og at skjóta eftir mær er púra við síðunar av, sigur Jenis av Rana millum annað.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JENIS AV RANA.

Jenis_av_Rana_redigerad

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392