Sálarfrøðingur knýttur at farsóttarnevndini

Sálarfrøðingur knýttur at farsóttarnevndini
Annika Helgadóttir Davidsen hevur m.a. granskað í, hvussu korona ávirkar sálarheilsuna hjá arbeiðstakarum
Átta fólk eru í farsóttarnevndini, og nú verður ein sálarfrøðingur eisini knýttur at nevndini.
 
04.01.2022 - 10:52

Ein sálarfrøðingur verður nú eisini knýttur at farsóttarnevndini.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, verður knýtt at nevndini sum serkøn í sálarfrøði.

Annika Helgadóttir Davidsen er sálarfrøðingur og Ph.d. Hon er knýtt at Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum er partur av sjúkrahúsverkinum.

Hon hevur drúgvar royndir sum sálarfrøðingur og granskari, og hevur millum annað granskað í, hvussu korona hevur ávirkað sálarheilsuna hjá arbeiðstakarum.

Átta limir í nevndini

Frammanundan eru átta limir í farsóttarnevndini.

Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru fastir limir í nevndini.

Afturat teimum hevur landsstýrið valt Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Tummas í Garði, læknafakligan varastjóra í sjúkrahúsverkinum, og Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks.

Harumframt eru Bjarni á Steig, yvirlækni í sjúkrahúsverkinum, og Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, við sum ráðgevar á fundum í farsóttarnevndini.

Og nú verður sálarfrøðingur eisini knýttur at nevndini.

Farsóttin ávirkar eisini sálarliga

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at koronufarsóttin ávirkar eisini fólk sálarliga, og tað hava vit skyldu til at taka í álvara.

- Tí haldi eg, at tað er rætt at knýta ein sálarfrøðing at farsóttarnevndini at ráðgeva í sálarfrøðiligum spurningum og meta um sálarligu árinini av ætlaðum átøkum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Annika Helgadótttir Davidsen, sálarfrøðingur, verður nú eisini knýtt at farsóttarevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646