Politikarar farnir at seta spurnartekin við koronupassið

09.01.2022 - 15:18
Innlendis›Politikkur
Politikarar farnir at seta spurnartekin við koronupassið
Bæði samgongu- og andstøðulimir seta spurnartekin við, hvørt koronupassið tænir sínum endamáli at tálma smittuútbreiðsluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Síðani omikron-frábrigdið kom til Føroya fyri einum mánaði síðani, hevur korona-smittan breitt seg skjótt í samfelagnum, og nú eru politikarar eisini farnir at seta spurningar við koronapassið, sum ikki tykist tæna endamálinum at tálma smittuútbreiðsluni.

 "Eg haldi ikki, mann skal gera tað ein dag longur, enn tað gevur meining."
(Útvarpstíðindini 08.01.2022)

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum í tíðindunum í gjárkvøldið.

 

Í lesarabrævi vísir Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, á, at hann eisini heldur, at tíðin er komin til at endurskoða koronu-tilmælini. 

"Tilmælini, sum landsstýrið kemur við, geva ikki so nógva meining. Koronupassið hevur ikki livað upp til sína uppgávu."
(Útvarpstíðindini 09.01.2022) 

 

Eisini løgmaður hevur verið ivasamur um koronapassið. 

" Eg hevði ikki ynski um, at koronupassið skuldi verða aktivt brúkt í Føroyum. Tað var ein sterkur fólksligur vilji. Tí tóku vit tað til eftirtektar, at fylgja fólksins vilja."
(Útvarpstíðindini 29.12.2021)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037