Høvdu ikki ráð at gera royndir við el-bussi

Høvdu ikki ráð at gera royndir við el-bussi
Gundurs Bussar høvdu eitt tilboð um ein el-buss, sum kundi útvegast eftir hálvum ári
Ætlanin var, at Bussleiðin í Havn skuldi royna ein el-buss í 2019, men hon var slept, tí ráð vóru ikki til at gera royndina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2022 - 13:00

Tórshavnar kommuna hevði ikki ráð til at gera royndir við einum el-bussi í november 2019. 

Tað kemur fram í frágreiðing frá Mariusi Müller, leiðara á byggimálsdeildini.

 Gundurs Bussar vóru annars til reiðar við einum tilboði, og el-bussurin kundi fáast til vega eftir hálvum ári.

Leiðarin á byggideildini vísir á í frágreiðingini, at tað bar ikki til at finna fígging til at keypa el-bussin, sum kostaði góðar tríggjar milliónir krónur umframt mvg.

Harumframt skuldu íløgur gerast í eina løðistøð og vanligan rakstur.

Ein roynd var gjørd at leiga ella leasa ein el-buss, men eingin bussur var tøkur, og so var ætlanin slept. 

Hoyr samrøðu við Elsu Berg, býráðslim í Tjóðveldi, her.

1501953

Í einum tíðindaskrivi, sum kom fyri løtu síðani, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri,  at ongin samgonga hevur sett so nógvar pengar av til grøna økið sum sitandi samgonga.

Hann vísir aftur, at kommunan fer at keypa diesel- ella el-bussar í óðum verkum, uttan at kanna málið fyrst. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591