Ov vánaligt at útbjóðingartilfar hjá Runavíkar kommunu er ov ógreitt

13.01.2022 - 18:00
InnlendisSamfelag
Ov vánaligt at útbjóðingartilfar hjá Runavíkar kommunu er ov ógreitt
Sonni L. Petersen, býráðslimur í Runavíkar kommunu, finst hvassliga at handfaringini av málinum um gerð av svimjihøll í Runavík
Sonni L. Petersen, býráðslimur, finst hvassliga at sínari egnu kommunu fyri handfaringina av málinum um gerð av svimjihøll
Mynd: Privat / Facebook  

Tað er ov vánaligt, at triðstørsta kommuna í landinum ikki megnar at gera greitt útbjóðingartilfar í sambandi við gerð av svimjihøll í Runavík.

Atfinnandi orðini eigur Sonni L. Petersen, býráðslimur í Runavíkar kommmunu.

- Nú sigur borgarstjórin, at arbeitt verður við onkrari ætlan, sum hann tó ikki vil kunna um. Vit hava brúk fyri opinleika, sigur Sonni L. Petersen.

 

Eingin bjóðaði

8. november í fjør - bara nakrar tímar fyri at freistin var farin at lata tilboð inn at gera nýggju svimjihøllina í Runavík - skrivaði Føroya Handverksmeistarafelag til Runavíkar kommunu og segði, at eingin av teimum trimum áhugaðu fyritøkunum fóru at bjóða.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vildi ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið, men hann segði í stuttari viðmerking, at arbeitt verður við einari loysn, og at kommunan samskiftir við onkran.

 

Als ikki nøktandi

Sonni L. Petersen er als ikki nøgdur og heldur, at tað manglar opinleiki.

Hann heldur, at borgarin má kunnast um støðuna, tí at kommunan longu hevur nýtt 10 til 12 milliónir krónur upp á verkætlanina.

Sum býráðslimur heldur hann, at borgarstjórin má kunna um, hvat skattapeningurin verður nýttur til, og hvat kommunan nú ætlar at gera
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572