Løgmaður harmast um kynsbýtið í landsstýrinum

Løgmaður harmast um kynsbýtið í landsstýrinum
- Ynskiligt hevði verið um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk, sigur løgmaður
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.  
 
15.01.2022 - 11:08

- Ynskiligt hevði verið um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til skrivligan fyrispurning frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin. Fyrispurningurin var um javnstøðu í landsstýrinum.

Síðani aldarskiftið hava tað, við núverandi landsstýrið, verið sjey ymisk landsstýrið í Føroyum. Hesi hava havt skiftandi kvinnuliga umboðan. 

Seinasta tíðarskeið, har eingin kvinna var í landsstýrinum, var frá 2004 til 2008, tá Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vóru í samgongu.

Í Landsstýrinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, sum situr nú, var tað í tíðarskeiðinum september 2019 til desember 2021 ein kvinna í landsstýrinum. Tó er eingin kvinna í landsstýrinum í løtuni.

Og hetta harmast løgmaður um. 

"Sambært stýrisskipanarlógini §27 stk. 2, er tað løgmaður sum tilnevnir landsstýrismenn. Siðvenja hevur
verið, at henda tilnevning verður gjørd eftir uppskotið frá tí einstaka flokkinum, og um tey verða funnin
fullgóð verða tey tilnevnd av løgmanni. Tað er mær kunnugt ikki komi fyri, at løgmaður hevur valt ein
leist, har hann tilnevnir onnur landsstýrisfólk enn tey ein flokkur skjýtur upp. Ynskiligt hevði verið um
allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk", sigur Bárður á Steig Nielsen í svari til skrivliga fyrispurningin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744