Pál Weihe mælir framvegis til at koppseta børn

21.01.2022 - 16:21
Innlendis›Heilsa
Pál Weihe mælir framvegis til at koppseta børn
Norðmenn halda ikki, at tað er neyðugt at koppseta børn longur, tí tey gerast ikki serliga sjúk
Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.

Í Noregi mæla myndugleikarnir ikki longur til at børn, sum eru 5-11 ára gomul, verða koppsett fyri koronu.

Orsøkin er, at omikron-frábrigdið hevur longu breitt seg víða, at tað ber ikki til at steðga smittuni, og at børn ikki gerast serliga sjúk.

Eisini í Danmark vilja læknar hava, at myndugleikarnir endurskoða tilmælið um at koppseta børn. Læknarnir siga, at tað í staðin verður eitt tilboð til børn, sum ikki tola at fáa koronu.

Í Føroyum mælir Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, framvegis til at koppseta børn.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði eftir tíðindafundin fyrrapartin, at nærri boð um koppseting av børnum í Føroyum koma væntandi í dag.

Eisini í Danmark vilja læknar hava, at myndugleikarnir endurskoða tilmælið um at koppseta børn. (Mynd: RitzauScanpix)

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040